140x140

Útleiða føroyingar meira CO2 enn onnur?

Javnan hoyrist, at føroyingar dálka illa og at vit pr. íbúgva leiða út størstu mongdirnar av CO2. Er hetta veruliga soleiðis? Les nærri. 

Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv vakstrarhúsgass hvør føroyingur í miðal leiðir út um árið. Tað er bara at býta samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi við fólkatalinum í Føroyum.

Í 2020 var samlaða útlátið av vakstarhúsgassi í Føroyum 1,3 mió. tons av CO2 eindum, og við ársbyrjan í 2020 búðu 52.116 fólk í Føroyum. Hetta gevur eitt miðalútlát fyri hvønn føroying sum er 25 tons av CO2 eindum.

Um vit trekkja útlátið, sum stavar frá bunkringum hjá útlendskum fiskiskipum í Føroyum, frá, er samlaða útlátið 1,0 mió. tons av CO2 eindum. Tá verður miðalútlatið fyri hvønn føroying 19,4 tons av CO2 eindum.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu nógv tons av vakstrarhúsgassi hvør føroyingum í miðal leiddi út um árið, árini 1990-2020, ávíkavist tá útlendsk fiskiskip eru tald við og uttan útlendsku fiskiskipini.

Tað sæst, at útlátið av vakstrarhúsgassi fyri hvønn føroying er hækkað munandi seinnu árini.

Hvussu nógv CO2 útleiða onnur lond fyri hvønn íbúgva? Sí t.d. her (Globalis.dk)

Men merkir hetta, at føroyingar, samanborið við aðrar tjóðir, dálka nógv við CO2? Einfalda svarið er ja, tí fakta er, at útroknaða talið er høgt.

Tó kann spurnartekn setast við, um tað er rímiligt at gera beinleiðis samanberingar millum útlátið hjá einum føroyingi við útlátið hjá einum norðmanni, týskara, indara, amerikumanni ella einum íslendingi. Viðurskiftini í teimum einstøku londunum eru sera ymisk landafrøðiliga og samfelagsliga, og eitt nú kann stórur munur vera á orkukeldum, vinnustrukturi og um tøkniligar fyritreytir eru til staðar fyri at leggja um til varandi orku.

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

Útleiða føroyingar meira CO2 enn onnur?